Matstovan.com tlf + 298 22 30 39
ADDRESS
Hólavegur 5, Porkeri, Suðuroy.
CALL US
tlf +298 22 30 39
EMAIL US
Matstovan í Porkeri byrjaði í 2017.
Okkara styrki er, at vit laga okkum til kundan.
Vit kunnu gera mat til størri og minni bólkar.
Tit ringja í rímiligari tíð frammanundan, og vit avtala mat og tíð. Hugnaliga matstova okkara rúmar 26 fólkum.
Vit kunnu bjóða kundum okkara gott úrval av heitum døgurarættum: Eitt nú enskan búff, lambasteik, lambakrúnu, fiskaflak ella kýlling ....... saman við onkrari sovs, eplum, kipsum, grønmeti ella rísi.
Vit kunnu eisini gera tykkum gott og fjølbroytt úrval av smyrjibreyði ella Cafeborð við kaku og kaffi.
Matstovan hevur skeinkiloyvi og barrdisk og kann tí bjóða breitt úrval av drykkivørum.
Vit hava fastar upplatingartíðir, men tit mugu ringja frammanundan á tlf 22 30 39
Kom og et
á hugnaligu matstovu okkara :)
Every dag beetveen 16 - 22.
Pleas call us and make deals.
Copyright © All Rights Reserved